Stjórin í føroyska fíggjartøkniliga felagnum, FarPay, ynskir Apple Pay vælkomið til føroysku brúkararnar, men metir, at tað helst er meira einari MobilePay líknandi tænastu, sum føroyski brúkarin eftirspyr.
- Tað gevur størri virðing fyri fíggjarligum tænastum á telefonini í gerandisdegnum, og tað er altíð vælkomið. Apple leggur altíð dent á einfalt og gott kundaupplivilsi, so hetta er eitt framstig, sigur Sámal Samuelsen.
- Men, í botn og grund er Apple Pay bert eitt gjaldskort, sum kann nýtast til avgreiðslu millum handil og kunda. Ikki frá kunda til kunda, sum eitt nú MobilePay loyvir. Hóast Apple Pay er einfaldari at brúka í fysisku sølubúðunum, so hevur MobilePay fleiri brúksmøgulleikar við eitt nú rokningum, haldum til ymsar tænastur og brúkara-til-brúkara avgreiðslu, leggur stjórin í FarPay afturat.
Lesið eisini: Nú ber til at rinda við telefon í Føroyum
MobilePay er ein av mest brúktu gjaldsháttunum fyri vinnu- og privatar kundar í Danmark, ið kann nýtast á bæði android og iOS eindum. Tænastan loyvir brúkarum bæði at flyta pening til hvønn annan, umframt at rinda fyri vørur á nethandlum, vanligum sølubúðum og avgreiða bæði rokningar og hald á tænastum.
Fyri nøkrum árum síðani var eisini talan um at fáa MobilePay tænastuna til Føroyar, men tað tykist hava dottið niðurfyri. Sambært Sámali er tað allarhelst vegna kostnaðin av tænastuni.
- Eg veit ikki fyri vist, men havi ein illgruna um, at tað er ógvuliga dýrt hjá peningastovnunum at fáa MobilePay tænastuna til Føroya. Bæði fyri at seta upp neyðugu tøknina, og skráseta brúkarar og telefonnummur, umframt at bankarnir – sum er – fáa inntøkur burturúr at uppkrevja rokningar. Tað hevði helst verið ein mist inntøka hjá bankunum, sum teir ikki eru áhugaðir í, sigur Sámal Samuelsen, stjóri í FarPay.











