MMR: Bogi Bech Jensen fær onga átalu

Mentamálaráðið metir ikki grundarlag er fyri einari átalu

Nú er niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum komin, í sambandi við kæruna frá lærarum á Glasi, av Boga Bech Jensen, rektara. 

Tað eru 11 punkt, sum lærarar hava klagað um, men einki av teimum elvir til, at Bogi Bech Jensen fær eina átalu frá Rigmor Dam. 

 

 

Í niðurstøðni skrivar mentamálráðið soleiðis: 

"Mentamálaráðið skilur á klaguni, at tilgongdin við at leggja tríggjar fyrrverandi skúlar saman til Glasir er ørkymlandi fyri summi av starvsfólkunum. Mentamálaráðði veit, at tað á hesum trimum fyrrverandi skúlunum eru væl skikkað og dugnalig starvsfólk – nógv teirra við drúgvum royndum – sum tó hava ymsar siðvenjur, ymsar hugsanir og ymsar mátar at gera tingini og at talan tí er um eina stóra og trupla samanlegging.



Yvirskipað kann sigast um klaguna, at øll 11 punktini á onkran hátt nerta við samskiftið, og rektarin eigur tí at gera sær stóran ómak við at samskifta væl, virðiliga og opið við starvsfólk á øllum trimum deildunum á Glasi.



Tó skal sláast fast, at avgerðin um at skipa hesar fyrrverandi skúlarnar til ein felags skúla er politisk. Rektarin hevur fingið ábyrgdina av at standa á odda fyri skipa ein nýggjan bygnað, sum skal avmynda samanleggingina. Nógv av tí, ið klagað verður um, liggur innanfyri galdandi leiðslurætt, sum heimilar leiðaranum at leiða og býta arbeiðið og uppgávurnar millum starvsfólkini. Hansara uppgáva er somuleiðis at hava eftirlit við starvsfólkunum.



Í onkrum føri kann Mentamálaráðið ikki viðgera klagupunktini, tí klagararnir ikki eru partar av umrøddu málunum. Um Mentamálaráðið skal viðgera mál, ið snúgva seg um persónar, mugu viðkomandi persónar sjálvir kæra, um rættartrygdin hjá kærda ikki skal setast í váða.



Tað sama er galdandi fyri klagupunktið um atburðin hjá rektaranum á fundi 22. februar 2016 á Glasir Marknagil, har rektarin var við til at gera tilmæli um limir í Depilsráðið. Av tí, at eingin av klagarunum, sambært fundarfrágsagnini, var á nevnda fundi, fer Mentamálaráðið ikki at gera meira við hetta punktið.



Viðurskifti sum vantandi Ársrit, nátaveitsla og tunnusláttur eru at meta sum innanhýsis mál, sum Mentamálaráðið ikki eigur at viðgera.



Mentamálaráðði gevur klagarunum rætt í, at tað er óheppið, at rektarin avlýsti ta kunning, sum ein lestrarvegleiðari hevði avtalað við ein skúla frammanundan, uttan at boða frá avlýsingini.



Mentamálaráðið metir eisini, at klagararnir hava grein í sínu máli, tá teir siga, at býtið av starvsfólkum út á deildirnar átti at verið tikið upp í lærararáðnum. Endamálið við lærararáðnum er at skapa ein pall, har mál av námsfrøðiligum slagi kunnu lýsast og vðigerast, og lærararáðið eigur at vera ein virkin og virðismikil viðspælari og hugskotsgevi hjá leiðsluni. Tí eigur leiðslan at samskifta við lærararáðið um mál av námsfrøðiligum slagi.



Harumframt heitir Mentamálaráðið á rektaran um at tryggja, at viðgerðir av umsóknum um farloyvi ikki bera frá av tilvild.



Í mun til málið um dulnevndar eftirmetingar, ger Mentamálaráðið ikki meira við klagupunktið um persónsupplýsingarnar, eftirsum rektarin longu hevur strikað hesar.



Mentamálaráðið metir, at stig eru tikin til tess at tryggja betri dialog við teir lærarar, sum fáa ósaklig ella niðrandi svar í dulnevndu eftirmetingunum, við tað, at allir lærarar hereftir koma til samrøðu hjá sínum starvsfólkaleiðara eftir at dulnevndu eftirmetingarnar hava verið.



Mentamálaráðið metir ikki, at §72 í undirvísingarkunngerðini um eftirmetingar, sum áleggur skúlunum at hava tvær eftirmetingar, sum lærarin tekur stig til úti í flokkinum, kann verða brúkt á annan hátt enn landsstýrismaðurin við heimild í lógini hevur ásett. Tískil kann rektarin ikki nýta §72 til at fremja dulnevnt undirvísingar- og starvsfólkaeftirlit.

Kortini metir Mentamálaráðið, at galdandi leiðslurættur heimilar rektaranum at gera dulnevndar eftirmetingar fyri at hava eftirlit við starvsfólkunum – fyri at fáa eina hóming av, um myndugleikin eigur at umhugsa at kanna nærri, hvørt starvsfólkarættarlig stig mótvegis starvsfólkinum skulu takast.

Dulnevndar eftirmetingar kunnu ikki í sjálvum sær nýtast sum grundarlag til at taka starvsfólkarættarlig stig, tí eftirmetta starvsfólkið tá ikki fær vart seg.



Mentamálaráðið metir tó, at hóast dulnevndar eftirmetingar liggja innanfyri galdandi leiðslurætt, eiga hesar at verða skipaðar í opinleika og samráð við starvsfólkið.



Havandi í huga ta stóru ábyrgd og kompleksu tilgongd, sum tað er at standa á odda fyri hesi truplu samanleggingini, og havandi í huga tær mongu sera víttfevnandi uppgávurnar við nógvum starvsfólki, næmingum, foreldrum og øðrum, metir Mentamálaráðið ikki, at tey viðurskifti, sum eru nevnd í klaguni, eru av slíkum slag, at agatiltøk eiga at setast í verk mótvegis rektaranum.



Mentamálaráðið fer at fylgja tilgongdini at samansjóða teir tríggjar fyrrverandi skúlarnar til felagsskúlan, Glasir, og eggjar øllum pørtum til opið samskifti og gott samstarv fyri at gera tilgongdina so smidliga, sum gjørligt.



Av tí, at rektarin ikki hevur forbrotið seg juridiskt, ger Mentamálaráðið ikki meira við klaguna."