Mjólkarpakkar í nýggjum hami

Eyðkendu mjólkarpakkarnir hjá MBM, ið eru at finna í flest øllum húsarhaldum í Føroyum, hava nú fingið nýggjan ham.


Mjólkarpakkarnir hava varðveitt somu litirnir, tó at teir ikki eru eins dominerandi sum áður. Men mjólkarpakkarnir verða nú marknaðarførdar undir navninum Raska, ið stendur ovast á pakkunum.


Størsta broytingin er helst baksíðan, har ein mynd og sitat er av at vinnulívsmanninum og fótbóltsleikaranum Jákup á Borg, um hvussu týdningarmikið tað er at drekka mjólk.


Nakrar broytingar eru eisini gjørdar í fitiinnihaldinum, og so hevur eini pakkin eisini broytt navn.


Soltimjólk og Lættimjólk verða varðveitt við ongari broyting í navni ella fitiinnihaldi. Millummjólk fer framyvir at vera 1,5 prosent, meðan pakkin, ið fyrr bar heitið Mjólk og var 3 prosent, nú broytir navn til Bóndamjólk og verður 3,5 prosent.