Mjørkin argar á Argjum

Petur Reinert sigur, at um mjørkin ikki lættir, so fer bólturin ikki á rull á Argjum klokkan 15

TB er komið um Suðuroyarfjørð, og í løtuni rigga tvøramenn og heimamenninir á Argjum seg til. Fyrsta bríkslið er sett at vera klokkan 15, men í løtuni er tað sera ivasamt, um bólturin fer á rull úti í Vika klokkan 15.

 

Stóra avbjóðingin er, at tað er so tjúkt í mjørka á Argjum, at tað so at siga ikki sæst fram um nøsina.

Petur Reinert verður 23. Maður á vøllinum á Argjum. Hann sigur soleiðis við Trónd Arge, sum fer at siga frá dystinum á Rás2:

-Sum tað sær út í løtuni, so verður tað ikki spælt á Argjum. Tað er ein treyt, at tað sæst úr øðrum endanum og í hin, og at málverjarnir harvið síggja fram á vøllin, tá ið teir sparka málspark.

Á Rás2 og her á in.fo ber til at fylgja við í, hvussu tað verður við fótbóltinum á Argjum seinnapartin.