Mjølnir vann seinnu FM-finaluna aftaná gullsett

SÍ vendi 0-2 til 3-2 og so mátti eitt gullsett til

Tað bleiv ein ótrúliga spennandi seinna FM-finala millum Mjølnir og SÍ í Føroya Tele deildini hjá monnum.

 

Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini, men so vaknaði SÍ og vendi 0-2 til 3-2, og so var neyðugt við einum gullsetti.

 

Í gullsettinum var Mjølnir tó omaná, og so kundu klaksvíkingar stórfegnast um meistaraheitið.

 

Mjølnir – SÍ 2-3 (25-19, 25-17, 18-25, 22-25, 17-19)

 

Gullsett: Mjølnir – SÍ 15-9