Mjølnir vann á Fleyr í fimmsettara, men misti dýrabart stig

Polestar-deildin: Mjølnir – Fleyr 3-2 (25-16, 25-12, 21-25, 23-25, 15-10)

Mynd: Mjølnir

Eftir at Mjølnir hevði vundið burtur úr Fleyr tey bæði fyrstu settini, var lítið sum bendi á, at hesin dysturin skuldi gerast fimmsettari, men Fleyr kom afturíaftur og javnaði til 2-2 og fekk eisini betru byrjanina upp á javnbrótaran, men móti endanum var Mjølnir hvassari, og tók sigurin.

 

Finaluplássið kann Mjølnir tryggja sær í næsta dysti, sum er ímóti Ternuni, sum einans hevur vunnið eitt sett í ár. Men tað eina mista stigið í gjár ger, at nú skal Mjølnir hava hjálp frá øðrum, skulu klaksvíkingar fáa heimavallarfyrimun í FM-finalunum.

 

Eftir at Fleyr hevði bart seg upp á 10-10, eftir at hava verið aftanfyri við fýra stigum í fyrsta setti, mest sum avgjørdi Mjølnir settið við at vinna næstu sjey stigini á rað og leggja seg á odda 17-10. Serliga blokkurin stóð væl hesa løtuna. Settið vann Mjølnir 25-16, og eftir at Mjølnir hevði lagt seg á odda 7-2 í øðrum setti, sást hvønn veg tað bar, og eitt, tvey, trý, so hevði Mjølnir vunnið 25-12.

 

Fleyr fótaði sær tó í triðja setti og legði seg á odda 13-6 og 23-16, og eftir hetta nærkaðist Mjølnir ongantíð av álvara, og Fleyr vann 25-21.


Í fjórða setti gekk eitt sindur aftur og fram; stundum var Fleyr frammanfyri við tveimum, og stundum var Mjølnir framman fyri við tveimum. Mjølnir kom í góða støðu, tá Steffan Rosenlund gjørdi tað til 23-20 til Mjølnir, men Fleyr vann kortini tey næstu fimm stigini og settið 25-23, eftir at Mjølnir hevði havt trupulleikar við móttøkunum.


Í javnbrótaranum legði Fleyr seg á odda 3-0 og 4-1, men Mjølnir javnaði til 6-6 og fór framum 11-6. Fleyr bardi seg tó innaftur í settið og minkaði um munin niður í 10-11, men tað var tó til fánýtis, tí við fýra stigum á rað gjørdi Mjølnir bart og vann javnbrótaran 15-10.

 

 

Støðan í Polestar-deildini:

 

 

Nr.

 
 

Lið

 
 

Dystir

 
 

Settmunur

 
 

Stig

 
 

1

 
 

 
 

12

 
 

22

 
 

30

 
 

2

 
 

Mjølnir

 
 

12

 
 

16

 
 

27

 
 

3

 
 

ÍF

 
 

12

 
 

-3

 
 

17

 
 

4

 
 

Fleyr

 
 

13

 
 

-3

 
 

16

 
 

5

 
 

Ternan

 
 

11

 
 

-32

 
 

0

 

 

 

 

 

 


-----------------

 

Tekstur: Flogbóltssamband Føroya

 

Mynd: Mjølnir