Tað tók ikki langa tíð hjá oddaliðnum Mjølni at vinna á ÍFb sunnudagin. Liðið hjá klaksvíkingum er ein blandingur av ungum og royndum leikarum, og tað er eitt stabilt lið, ið ikki ger teir stóru feilirnar.
Á ÍF-liðnum merktist tað, at Bogi Lervig og Odd Eliassen, sum hetta vikuskiftið flutti upp á a-liðið, ikki vóru við sunnudagin, og fuglfirðingar fingu bert 9 stig av 45 møguligum.
Tann 22. februar fær Mjølnir ivaleyst størri mótstøðu. Tá skulu teir nevniliga spæla toppdyst í meistaradeildini móti Fram í Eysturskúlanum í Havn.