Michael Jackson er meiri verdur deyður enn livandi. Ta niðurstøðuna er amerikanska tónleikablaðið, Billboard, komið til. Blaðið hevur nevniliga roynt at roknað út, hvussu nógv Michael Jackson brandið, MJ inc., hevur umsett fyri, síðani stjørnan doyði 25. juni í fjør.
Blaðið metir, at umsetningurin seinasta árið hevur verið umleið 1 milliard dollarar. Tað svarar til 6 milliardir krónur.
Høvuðsinntøkan er komin frá tónleikasøluni. Her metir Billboard, at MJ hevur umsett fyri 429 mio dollarar, yvir 2,5 milliardir krónur frá fløgusølu kring heimin.
Harumframt kemur sølan av downloadum.
Filmurin ?This is it? hevur eisini forvunnið eina rúgvu, bæði við fullsettum biografum og dvd sølu. Eisini MJ merchandise og atgongumerki til ymsar framsýningar hava fingið krónurnar at rulla inn í kassan.










