MjúS flytur av jóansøku

Í fjør vóru tveir festivalar jóansøku vikuskiftið, men í ár sleppur festivalurin í Vági at eiga hetta vikuskiftið, meðan MjúS flytur eina viku.


Festival summarið
 
MjúS verður í ár ikki á jóansøku, men flytur eina viku fram til 1. juli. Hetta greiddi kvinnan handan tiltakið, Katrin Petersen frá í morgunsendingini hjá Kringvarpinum í morgun.
Við hesum vórðu ágangandi leysasøgurnar um, at Føroya vakrasti festivalur ikki fór at verða hildin í ár, avváttaðar. Fantastiska økið við Mølheyggjarnar  á Sandi verður aftur í ár karmur um tiltakið.
MjúS verður aftur í ár ein dag og ikki, sum áður fráboðað tveir dagar. Katrin segði, at tey høvdu avgjørt heldur at halda seg til ein langan leygardag, enn at spjaða tiltakið yvir fleiri dagar.
Um tónleikaskránna var Katrin heldur fámælt, men kundi vátta, at okkurt útlendskt navn verður aftur í ár. Tað fór ivaleyst heldur ikki at vera minnið enn útlendska navnið í fjør, Saybia. Tónleikaprofilurin er fyrst og fremst, at talan skal vera um góðan tónleik, segði Katrin.
Hon greiddi í útvarpssendingini somuleiðis frá, at festivalurin aftur í ár fer, at hava nógv og spennandi fyri børnini. Ætlanin er, at MjúS aftur í ár verður ein festivalur, ið vendur sær til familjur.