Tað hevur verið mjørki í Vágum allan seinnapartin og av tí sama er flogferðslan óreglulig. Fýra flogfør fingu ikki lent í kvøld, og royna ikki aftur fyrrenn í morgin, sigur Atlantsflog Av tí sama eru fráferðirnar í morgin nakað seinkaðar - væntandi umleið tveir tímar.
Fráferðir 02. juli
RC450 til Keypmannahavn væntast at fara kl. 1000
RC430 til Stavanger væntast at fara kl. 1030
RC470 til Billund væntast at fara kl. 1100
RC452 til Keypmannahavn væntast at fara kl. 1145
Restin av fráferðunum væntast at fara til tíðina.
Komur 02. juli
RC1459 úr Keypmannahavn væntast at koma kl. 0915
RC451 úr Keypmannahavn væntast at koma kl. 0945
RC1453 úr Haugesund væntast at koma kl. 0945
RC1473 úr Reykjavík væntast at koma kl. 1100
RC1455 úr Keflavík væntast at koma kl. 1115
RC433 úr Stavanger væntast at koma kl. 1245
RC453 úr Keypmannahavn væntast at koma kl. 1530
RC471 úr Billund væntast at koma kl. 1545
Restin væntast at koma til tíðina
- Ferðafólk verða biðin um at fylgja væl við á heimasíðuni, portalunum og á telefonsvararanum 341020, sigur Atlantsflog.