Mjørki og okkurt ælið um vikuskiftið

Eitt størri lágtrýstsøki liggur fyrst nærum í stað yvir ella nær Føroyum, men sunnudagin fer tað spakuliga í ein landnyrðing norðan.

  

Í dag verður lot til gul av eystri ella ymsum ættum, undir 6 m/s, frá í nátt, fyri tað mesta av suðri. Sólglottar og okkurt æl í støðum, í kvøld og í nátt mjørki í støðum. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig.

 

Fríggjadagin verður lot til gul av suðri ella ymsum ættum, 2 til 6 m/s. Sólglottar og okkurt æl í støðum, um kvøldið og náttina aftur mjørki í støðum. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 5 og 10 stig.

 

Leygardagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, um náttina mest av útnyrðingi og hann øtlar vindin nakað. Sólglottar og okkurt æl í støðum. Hitin um dagin 10 til 13 stig, um náttina millum 5 og 10 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 3 til 8 m/s. Sum frá líður skýggjað fyri tað mesta og okkurt æl og hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig.

 

Mánadagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, sum snarar í ein vestan og útsynning, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og okkrt æl og hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul fyri tað mesta av norðri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og okkurt æl og hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig.