##med2##
Suverena oddaliðið í meistaradeildini hjá monnum, Mjølnir fekk eina góða byrjan uppá bólkaspælið í steypakappingini við einum 3-1 heimasigri á SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík fyrr í dag.
SÍ tók annað sett, men Mjølnir hevði gott tamarhald á dystinum í triðja og fjórða setti.
Mjølnir-SÍ 3-1 (25-20, 23-25, 25-18 og 25-22)
Hini liðini í bólkinum eru Fleyr B og SÍ B, men Trygvi Hansen hjá Mjølni og Jóhan Petur á Stongum hjá SÍ haldi ikki, at teir fara at koma sovandi til hálvfinalurnar, hóast tvey 1. deildarlið eru mótstøðuliðini komandi dystirnar.