Mjølnirkvinnur vinna alt í ár

Flogbóltur, kvinnur: Eingin kann fella meistaraliðið frá Mjølni, heldur ikki besta liðið hjá íslendska felagnum Þrótti, sum var á vitjan í sambandi við kappingina

Flogbóltsárið lækkar móti endanum og um vikuskiftið var seinasta steypakappingin á skránni. Dráttur skipaði fyri stórari kapping á Giljanesi bert tvær vikur eftir, at tey høvdu havt størstu ungdómskapping nakrantíð.

Tað er synd at siga, at veðurgudurin við ábyrgd fyri Vágunum vísti seg frá síni bestu síðu, tá hann kom bæði við kava og kulda.

Hóast tað er á vetrartíð, so er tað kortini eitt sindur løgið, tí skilið var júst tað sama í fjør. Tá var veðrið bara upp aftur verri.

Men veðrið er sjáldan nøkur forðing fyri at flogbóltsliðini ikki koma vegin fram, og soleiðis var eisini hetta vikuskiftið.


Vitjan úr Íslandi

Men fyri fyrstu ferð í fleiri ár, so var ein av føroysku steypakappingunum ikki bara føroysk, tí Dráttur hevði eisini fingið vitjan úr Íslandi - av Þrótti.

Teir vóru í Føroyum við kvinnuliðið sínum, sum liggur á leið miðskeiðis í meistaradeildini.

Íslendsku kvinnurnar royndu seg móti trimum teimum fremstu av okkara liðum, og ikki kann sigast annað enn, at »okkara« lið stóðu seg framúr væl.

Þróttur tapti bæði móti oddaliðnum Mjølnir og móti Fleyr, meðan tær vunnu dystin móti fyrireikarunum og vertunum úr Drátti. Tær taptu 2-0 fyri teimum ovastu báðu liðunum í kvinnudeildini, meðan tær vunnu 2-1 móti vágakvinnum.

Eitt gott avrik av teimum føroysku kvinnunum, hóast Þróttur ikki er oddalið í íslendskum kvinnuflogbólti.


Mjølnir og Fleyr

í finaluni

Eins og til kappingina í Klaksvík í januar mánað, so vóru tað aftur hesaferð Mjølnir og Fleyr, sum hittust í finaluni.

Mjølnir hevur vunnið alt higartil og hevur bara tapt ein einstakan dyst í landskappingini. Tað var dysturin móti Drátti fyri viku síðan, so tað hevur stórt sæð gingið sum fótur í hosu, hjá klaksvíkskvinnum.

Tí var sjálvsagt spennandi, um tað eisini fór at eydnast klaksvíkskvinnum at vinna alt í ár. Tað vil siga meistaraheitið, sum, hóast tað ikki er vunnið enn, uttan iva fer til Klaksvíkar, og allar tríggjar steypakappingarnar, sum eru kring landið.

Og tað eydnaðist.

Mjølnir vann finaludystin á Fleyr 2-0 og settúrslitini vóru 21-14 og 21-11.

Sum finalan leið, var tað ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin. Mjølnir var betri enn Fleyr og tær vóru meira uppsettar upp á at vinna.

Álopsspælið hjá Mjølnir hevur verið rættiliga effektivit í ár, og tað, at tær eitt nú hava fingið tilgongd av Helen á Lakjuni hevur muna sera væl. Helen er sera sterkur spælari, sum fær nógv burtur úr álopunum á miðjuni. Harafturat er hon ein brandur í verjuspælinum, so hon er avgjørt ein styrkur hjá Mjølni.

Orðatakið sigur, at álopið er besta verjan. Hesum kunnu tey flestu taka undir við, men í flogbólti er tað so, at tað er móttøkan sum skapar álopið. Tað fellur ikki øllum í lut, at hava góðar móttøkur, men Mjølnir liðið hevur, sum heild, havt framúr góðar móttøkur. Á tann hátt hava tær kunna uppbygt sítt spæl, og fingið breidd í tað.


Øll steypini í Klaksvík

Sum longu nevnt frammanfyri, so eydnaðist tað Mjølnir at vinna finaludystin móti Fleyr, og tað merkir at øll steypini, sum kappast hevur verið um í kvinnudeildini í ár, endaðu í Klaksvík.

Tær vunnu Fk-kappingina hjá Fleyr, NS-kappingina sum tey sjálvi standa fyri, Dráttur-kappingina, jólakappingina, sum FBF skipar fyri millum jól og nýggjár, og tað er meiri enn sannlíkt, at tær vinna meistaraheitið.

Tað er eitt framúr avrik, at eitt lið kann klára seg so væl, sum kvinnuliðið hjá Mjølni hevur gjørt í ár.

Vit ynskja Mjølni tillukku við sigrinum á Giljanesi sunnudagin