Í gjárkvøldið var upp- og niðurflytingardysturin í kvinnuflogbólti spældur á Kambsdali.
Mjølnir endaði aftasta í meistaradeildini hjá kvinnum, meðan Fleyr vann 1. deild, og hesi liðini skuldu so spæla ein dyst um, hvat av teimum skal spæla í meistaradeildini næsta ár.
Undan dystinum var Mjølnir mett sum greiður favorittur at vinna. Liðið er mannað við ungum leikarum, og hóast tað kann hava sína ávirkan, tá ið á stendur, so er leikferðin í meistaradeildini so mikið hægri og dystirnir nógv fleiri, so alt talaði fyri Mjølni.
Fleyr spældi eisini uppflytingardyst seinasta kappingarár, men tá vann SÍ greitt.
Leikferðin var á muni
Dysturin millum Mjølnir og Fleyr endaði við 3-0 til Mjølnir, sum vann við settúrslitunum 25-21, 25-23 og 25-19.
Fleyr kom stak illa frá byrjan í fyrsta og øðrum setti, men liðið megnaði tó at leggja trýst á Mjølnir. Serliga í øðrum setti gekk púra javnt á. Í triðja setti kom Fleyr væl frá byrjan, men so steðgaði fullkomuliga upp, og í hesum settinum sást, at leikferðin var stóri munurin.
Tá ið Mjølnir setti ferð á álopsspælið, megnaði Fleyr ikki rættiliga at svara aftur, og tí misti liðið ofta fleiri stig á rað. Leikararnir hjá Mjølni vóru betur fyri, og í álopinum vóru fleiri streingir at spæla á.
Sostatt kann Mjølnir fyrireika seg til komandi ár í meistaradeildini.










