Mjølnir vil hava greipuna

Í kvøld verður fyrsta FM finalan hjá kvinnum í flogbólti millum Mjølnir og SÍ. Mjølnir er greitt oddalið í landskappingini og hevur heimavøll í fyrstu finaluni. Tær vunnu eisini steypafinaluna móti júst SÍ og nú ætla tær sær at vinna greipuna.

 

- Vit vænta, eins og í steypafinaluni, ein javnan og harðan dyst, har SÍ fer at leggja trýst á okkum við hørðum servum. Lova vit SÍ inn í dystin, so verður tað ikki nemt, tí tær spæla skjótan flogbólt. Men vit eru klárar, og ætla sjálvandi at gera okkara besta, sigur Eina S. Kalsø.

 

Í steypafinaluni leyp SÍ kvøkk á Mjølnir og vann 1. sett. Tað tók eina løtu árðenn Mjølnir kvinnurnar komu fyri, men tá samanumkom, so vunnu tær 3-1. Nú eru kvinnurnar úr Klaksvík klárar frá byrjan.

 

- Vit hava brúkt teir seinastu dystirnar og venjingarnar til at venja okkara verjuspæl, og fáa vit tað at rigga, so hava vit fleiri streingir at spæla uppá enn SÍ, sigur Eina víðari.

 

Kvinnurnar úr Mjølni eru sigursvandar og ætla sær eisini sigurin í kvøld.

 

- Tað skal ongin ivi vera um at vit fara inn fyri at vinna, sigur Eina S. Kalsø avgjørd á málinum.

 

FM finalan í kvøld byrjar klokkan 20.00 og verður spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 

Spælt verður best av trimum. Leygardagin verða næstu finalurnar í Trongisvági. Er ongin vinnari funnin tá, so verður ein ein triðja FM finala spæld.

 

Rás2 sigur frá øllum FM finalunum.