Mjølnir við kós ímóti gullinum

Flogbóltskvinnurnar úr Klaksvík vunnu uppiborið og einfalt 3-0, tá fyrsta finalan um føroyameistaraheitið varð avgreidd í Badmintonhøllini í Klaksvík í kvøld. Settúrslitini vóru 25-21, 25-19 og 25-15.

 

Mjølnir hevur verið einaráðandi í hesum kappingarárinum, og tað var eisini væntað, at oddaliðið fór at vinna. Gestirnir úr SÍ stríddust sera væl og vóru væl við fyrstu tvey settini. Miðskeiðis í øðrum setti noyddist Annika Niclasen, sum var ein av teimum mest eyðsýndu hjá sørvágskvinnum, av vøllinum við skaða, og tað merktist.

 

Marjun Kalsø, venjari hjá Mjølnir, heldur, at sigurin var ongantíð í vanda.

 

- Tær vóru væl við í løtum og løgdu serliga gott trýst á okkum við sínum servum. Men vit vóru omaná allatíð. Tað er umráðandi hjá okkum, at vit ikki fara at undirmeta SÍ undan dystinum leygardagin. Eg eri sannførd um, at sørvágskvinnur fara at spæla við fullari megi tá, og vit skulu stríðast fyri at taka seinasta fetið ímóti gullinum, sigur Marjun Kalsø.

 

Annika Niclasen, SÍ, vónar, at tað fer at røkka hjá teimum leygardagin.

 

- Vit ætla at geva alt, vit eiga, og vónandi sleppa vit at spæla eina triðju finalu sunnudagin, sigur Annika Niclasen, sum enn ikki dugir at siga, hvussu álvarsamur skaðin er.

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------

 

MJØLNIR - SÍ 3-0 (25-21, 25-19, 25-15)

 

3. SETT - 25-15, 3-0

 

25-15: Mjølnir vinnur settið og hevur samstundis vunnið 3-0.

23-14: Nú restar lítið í til, at Mjølnir fer at staðfesta sigurin.

20-12: Spælið er illa skipað nú. Tað tykist sum, at bæði liðini vilja bara hava dystin avgreiddan.

19-9: Munurin bara økist nú. Luftin er farin úr gestunum.

16-8: Tað er eingin ivi um, at Mjølnir fer at vinna hetta settið - og samstundis dystin.

12-7: Mjølnir tykist hava tamarhald á støðuni.

10-6: SÍ er undir trýsti nú. Mjølnir hevur sett ferð á nú og hevur økt um leiðsluna.

7-6: Munurin er lítil og eingin í Klaksvík í løtuni.

4-4: Nú stendur á jøvnum.

3-2: Vinnur heimaliðið hetta settið, so er fyrsti finalusigurin komin í hús.

1-0: Mjølnir vinnur fyrsta stigið.

 

2. SETT - 2-0, 25-19

 

25-19: Mjølnir hevur vunnið annað sett og stevnir beinleiðis ímóti sigrinum. SÍ legði bragdliga fyri, men heimaliðið ressaðist við eftir einari løtu. Ein av royndastu spælarunum hjá SÍ, Annika Niclasen, er farin av vøllinum við skaða, og tað merkist.

24-18: Settbóltur til Mjølnir.

23-17: Munurin økist bara nú.

20-17: Gongdin er tann sama. Tað gongur strilti hjá SÍ at vinna seg aftur.

18-15: Mjølnir er enn við yvirlutan.

16-13: Annika Niclasen, SÍ, er farin av vøllinum við skaða. Hon hevur verið eyðsýnd í kvøld. Hetta verður helst ein dyggur smeitur hjá SÍ. Hon spælir ikki meira í kvøld.

15-12: Heimaliðið dregur frá. Trý stig skilja liðini nú.

12-11: Mjølnir er á odda nú.

10-10: Nú framdi SÍ nøkur mistøk, og Mjølnir revsaði gestirnar skjótt. SÍ hevur tikið time-out nú.

9-10: Fýra stig upp í slag. Mjølnir er við aftur nú.

5-10: Spælið hjá SÍ riggar betur nú, meðan heimaliðið ger fleiri mistøk.

4-9: SÍ er omaná í løtuni.

3-7: Gestirnir úr Sørvági hava lagt bragdliga fyri í øðrum setti.

0-1: SÍ fær fyrsta stigið í øðrum setti.

 

1. SETT - 1-0, 25-21

 

25-21: Mjølnir hevur vunnið fyrsta sett. Klaksvíkskvinnur hava verið við yvirlutan higartil, men stríðshugurin hjá gestunum bar langt hetta fyrsta umfarið.

24-19: Nú restar bara eitt stig í hjá heimaliðnum.

23-19: SÍ ger eina seinastu roynd nú og vinnur trý stig upp í slag.

23-16: Mjølnir økir bara um munin nú.

21-16: Tað er alt, sum bendir á, at Mjølnir fer at vinna hetta fyrsta settið.

19-15: Mjølnir stevnir móti sigrinum í fyrsta setti. Mjølnir hevur tikið time-out. Tað er uppiborið, at klaksvíkskvinnur eru á odda, men sørvágskvinnur stríðast væl.

17-14: Kvinnurnar úr Sørvági eru treiskar og vilja ikki geva seg, hóast Mjølnir støðugt roynir at økja um leiðsluna.

14-12: Mjølnir hevur munin.

9-9: Liðini skiftast at vera við yvirlutan eina løtu. Gongdin er higartil, at annað liðið vinnur trý ella fýra stig upp í slag, áðrenn mótstøðuliðið ger tað sama.

8-5: SÍ tapir tríggjar bóltar upp í slag, og venjarin tekur time-out.

4-4: Tað gongur skjótt í Klaksvík. Nú hevur SÍ vunnið seg upp undir liðina á heimaliðnum.

4-1: Gestirnir úr Sørvági eru nú komnar á talvuna.

2-0: So er finalan byrjað! Mjølnir hevur lagt bragdliga fyri.

 

Undan dystinum:

 

Mjølnir, sum basti júst SÍ í steypafinaluni í februar, hevur verið einaráðandi í hesum kappingarárinum. Flogbóltskvinnurnar úr Klaksvík taka kortini einki fyri givið, ásannar Eina S. Kalsø úr Mjølni.

 

- Vit vænta eins harða mótstøðu, sum tær góvu okkum í steypafinaluni. Tær fara helst at leggja trýst á okkum við hørðum servum. Sleppur SÍ inn í dystin, verður tað ikki lætt, tí tær spæla skjótan flogbólt. Vit eru til reiðar og ætla sjálvandi at gera okkara besta, sigur Eina S. Kalsø.

 

Tað var óvæntað, at SÍ vann fyrsta settið í steypafinaluni. Mjølnir ressaðist kortini aftur og vann 3-1. Hesaferð eru klaksvíkskvinnur fyrireikaðar.

 

- Seinastu venjingarnar hava vit lagt áherðslu á verjuspælið, og fer tað at rigga, so hava vit fleiri streingir at spæla uppá, sigur hon.

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------