Mjølnir við fullari ferð

Enn eiga klaksvíkingar til góðar at tapa fyrsta settið á árinum

Flogbóltur

Tað tykist vera Mjølnir og so hini í manskappingini í flogbólti. Higartil hevur eingin staðið klaksvíkingunum kurl, og um vikuskiftið var tað SÍ, sum mátti leggja rygg til greitt 3-0 tap.
Munurin var kanska ikki tann heilt stóri, tá sørvingar vitjaðu í KÍ-høllini, men tað var tó alla tíðina so, at heimaliðið átti munin, sum var. Tey bæði fyrstu settini royndu gestirnir tó at hanga í, men í seinasta settinum skrædnaði veruliga, tá Mjølnir tók hetta ikki minni enn 25-12.
Ein annar dystur var í mansdeildini, og var hetta lokaluppgerðin millum grannarnar, Fram og Fleyr. Kanska var spenningurin undan hesari ikki heilt so stórur, sum hann onkun tíð áður hevur verið. Í øllum førum ikki um tosast skal um oddastríð. Men botnstríð kann ofta vera fult so spennandi, og einki er at ivast í, at júst hesin dysturin man viga sera tungt hjá báðum pørtum.
Og tað gjørdist nýggja Fram-liðið, sum tók stigini fyri dystin. Eftir eitt javnt fyrsta sett tóktist Fleyr annars taka sær um reiggj, tá teir vunnu trygt í næsta settinum, men so varð tað aftur Fram, sum átti munin. Tey bæði næstu settini hildu teir alla tíðina nevið frammanfyri, og so eydnaðist teimum eisini at taka stigini. Við hesum er Fleyr framvegis stigaleyst í botninum, meðan Fram hinvegin fekk síni fyrstu stig á árinum.