Mjølnir vann toppdystin

Kvinnurnar hjá Mjølnir hava sett nøsina upp eftir greipuni í ár, nú tær hava lagt seg einsamallar á odda í meistaradeildini hjá kvinnum.

Flogbóltur

Lagt var upp til eitt ordans oddabrak í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti um vikuskiftið, tá ið TB var og vitjaði Mjølnir í KÍ-høllini. Sum vant, freistast man at siga, møttu klaksvíkingar talsterkir, og karmarnir vóru teir røttu til ein toppdyst.

Sannførandi sigur
Talan gjørdist tó ongantíð um tann heilt spennandi dystin. Tað vísti seg nevnliga, at Mjølnir á degnum var væl sterkari enn TB, og heimaliðið vann dystin sannførandi 3-0. Bert í tí næsta settinum, sum endaði 25-23 til Mjølnir, var eitt sindur av spenningi í, meðan hini bæði settini vann Mjølnir lættliga.
Úrslitið var sum áðurnevnt 3-0 til Mjølnir, og settúrslitini vóru 25-17, 25-23 og 25-15.
Dysturin var samstundis eitt slag av einum generalprøvu upp á steypafinaluna, sum verður á Hálsi 12 februar, tí tá møtast júst hesi bæði liðini í kvinnufinaluni. Tað man verða lítið at ivast í, at tvørakvinnur ætla at geva klaksvíkingum harðari mótstøðu í steypafinaluni, enn tær gjørdu í Klaksvík í vikuskiftinum.

Dráttur vann grannadystin
Á Giljanesi var grannadystur leygardagin, tá ið SÍ vitjaði Drátt. Ungu manningin hjá sørvingum megnaði ikki at gera nakað við tær meiri royndu úr Drátti, sum vunnu dystin 3-0. Settúrslitini vóru 25-19, 25-14 og 25-20. Við sigrinum heldur Dráttur fast í bronsuplássinum í landskappingini.
Seinasti dysturin í meistaradeildini hjá kvinnum hetta vikuskiftið var í Hoyvíkshøllini, og hann var millum KÍF og ÍF. Fuglfjarðarkvinnur vunnu dystin 3-0.