Kvinnurnar hjá Mjølnir halda framvegis ferðina heilt har frammi og eru greitt oddalið í løtuni. Í gjárkvøldið var Mjølnir á Toftum og spældi ímóti Ternuni, og gjørdist talan um ein tryggan 3-0 sigur.
Bæði tey fyrstu settini fylgdi Ternan væl við upp til 16 ella 17, men so setti Mjølnir ferðina upp, undirstrikaði rína rutinu og avgjørdi settini. Hóast triðja sett endaði við somu sifrum sum hini bæði, 18-25, var kortini munur á, tí her leyp Mjølnir beinanvegin avstað og var eitt skifti á odda 12-4, áðrenn Ternan kom eitt sindur meira við, tá bæði lið ímóti endanum eisini lótu spælararnar á bonkinum sleppa upp í part.
Í hinum dystinum í gjárkvøldið skuldi SÍ syrgja fyri at koma aftur á kósina, samstundis sum tað ráddi um ikki at missa í mun til liðini omanfyri, Mjølnir og Fleyr. SÍ var í Kollafirði og spældi ímóti KÍF, og har eydnaðist at fáa ein 3-0 sigur til høldar.
Tað gekk rættiliga javnt á í fyrsta setti, har liðini fylgdust langt uppeftir, men ímóti endanum fór SÍ avstað og vann 25-20. Í øðrum setti líktust SÍ-kvinnurnar meira sær sjálvum og vunnu rímiliga trygt, men í triðja setti kom KÍF afturíaftur eina løtu, eftir at SÍ fyrst fór nokk so fitt framum, men so fór SÍ avstað aftur og vann settið og dystin.
Sostatt er SÍ framvegis á triðja plássi, við sama stigatali sum Fleyr, men tó við einum dysti meira.
Næstu dystirnir
Eftir sigrarnar hjá Mjølnir og SÍ í gjárkvøldið, er eitt sindur av trýsti lagt á hini bæði liðini í fremstu kvartettini, Fleyr og ÍF. Og júst tey bæði hittast á Kambsdali í morgin, har ÍF við sigri veruliga kann sleppa upp í part, samstundis sum Fleyr við sigri veruliga fær oddasessin í eygsjón.
Sunnudagin spæla júst Mjølnir og ÍF, samstundis sum bæði Fleyr og SÍ hava dystir, sum á pappírinum síggja yvirkomiligir út, so tá vikuskiftið er av, kann toppurin bæði verða spjaddur ella enn meira samankroystur.
Hjá monnunum eru tríggir dystir, og Mjølnir og SÍ, sum eru ávikavist næst- og triðfremst, eru partur av tveimum teirra. Í kvøld skulu klaksvíkingar til Sørvágs at spæla ímóti SÍ, og sunnudagin tekur Mjølnir ímóti oddaliðnum, ÍF.
Megnar Mjølnir at vinna hesar báðar dystirnar, nærkast FM-finalan munandi, men vinnur SÍ sínar báðar dystir, kann alt sunnukvøldið aftur síggja út, sum tað gjørdi síðsta sunnukvøld.