Mjølnir ov sterkir

Tað var lítið at rafla um, tá oddadysturin var á skránni í Klaksvík um vikuskiftið

Flogbóltur

Tað vóru mong, sum við spenningi høvdu sæð fram til mansdystin í Klaksvík millum Mjølnir og Fleyr.
Hetta skuldi ordiliga vera sum í gomlum døgum, har teir báðir risarnir hvørt ár stríddust um FM-heitið, og har mest sum hvør einasti bólturin var eitt úrslit av spennandi tvídystum millum tey bæði liðini.
Soleiðis gjørdist støðan tó ongantíð sunnudagin. Mjølnir vóru snøgt sagt alt ov sterkir og royndir hjá Fleyr, sum ikki fekk mutað stórvegis ímóti tryggum 3-0 sigri til heimaliðið. var eina løtu væl við í dystinum, men tó at teir royndu at stríðast allan dystin á tamb, so var Mjølnir tað lítla pettið hvassari. Soleiðis eru Mjølnir nú einsamalt oddalið í deildini, og í løtuni er ilt at ímynda sær, hvør skal nerta hesa støðuna.
Um nakar, so skal tað kanska verða SÍ, sum í fyrsta umfarinum tapti 3-1 í Klaksvík. Teir høvdu um vikuskiftið vitjan av Fram, og tað nervaði ikki sørvingarnar stórvegis. Fram tykist í løtuni eisini vera klárt tað veikasta liðið í deildini, og tað er einki at ivast í, at soleiðis sum kappingin sær út í ár, so verður teirra leiklutur ein roynd at vinna sær okkurt settið av og á.

Úrslit, Meistaradeild menn
SÍ-Fram 3-0 (25-22, 25-11, 25-18)
Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-18, 25-21, 25-21)