FLOGBÓLTUR
Hóast bara fýra lið eru í Eikliguni hjá monnum, er ein ávísur spenningur farin at taka seg upp. Higartil hava liðini verið eitt sindur spjødd á stigatalvuni, so raðfylgjan við fleiri stigum á muni hevur verið henda: Mjølnir, SÍ, Fleyr og ÍF. Men nú stigini eru koyrd niður í helvt, hevur Fleyr brádliga tikið seg so mikið fram, at menninir hjá SÍ kunnu kenna seg hóttar.
Tað hevur leingi líkst FM-finalum millum klaksvíkingar og sørvingar, men nú hava havnarmenninir blandað seg upp í tað stríðið. Við sínum sigri á ÍF leygardagin eru teir brádliga javnir við SÍ í stigum, so nú eru í øllum førum trý av fýra liðum kandidatar til FM-finalurnar, sum skulu avgera alt, tá sjálv landskappingin er liðug í vár.
Mjølnir-SÍ 3-0
(25-21, 26-24, 25-22)
Síðst, hesi bæði liðini møttust, vann SÍ ein fimmsettara í Sørvági, men næstsíðst, tá spælt var í Klaksvík, sópaði Mjølnir alla mótstøðu av vøllinum og vann ein knúsandi 3-0 sigur. Aftur hesa ferð lá væl fyri hjá Mjølnir, ið vann 3-0, men í gjár var sigurin ikki eins knúsandi og sannførandi, tí SÍ var alla tíðina við.
At talan var um ein toppdyst, sást kanska best á teimum mistøkum, ið bæði lið gjørdu í ríkiligt mát. Men intensitetinum bilti einki, og hóast menninir til fulnar ikki megnaðu at liva upp til spennandi kvinnudystin millum somu feløg, sum hevði verið áðrenn, so sást, at hetta vóru tvey rímiliga jøvn lið, ið møttust.
Tó hevur Mjølnir munin, ið kanska fyrst og fremst stendst av einari royndari manning, ið dugir spælið út í fingraspíssarnar og eisini hevur neyðuga ísin í búkinum, tá harðast leikar á. Í fyrsta setti fylgdi SÍ við leingi, men mátti at enda boyggja seg fyri heimaliðnum, ið gjørdi arbeiðið liðugt ímóti endanum á settinum.
Hinvegin var SÍ við yvirlutan í øðrum setti og kundi havt sett meira spenning í dystin. Her gjørdist tað dómaraavgerð, ið tók pippið frá sørvingum, so teir í evstu løtu sóu klaksvíkingar strúka framvið. SÍ var á odda 24-23 og hevði settbólt, men hóast tað var líkt til, at blokkurin hjá Mjølnir fekk fingrarnar á bóltin, áðrenn hann fór út, varð bólturin dømdur til Mjølnir, sum við tí javnaði og síðani vann teir báðar næstu bóltarnar og settið.
Triðja settið tók Mjølnir so eisini, men hóast sigurin á pappírinum helst sá greiðari út, enn hann var tað á vøllinum, kann illa sigast annað, enn at tað verður torført hjá hinum liðunum at steðga Mjølnir, ið koyrir avstað og fyrst og fremst stendur seg betur, tí mistøkini verða gjørd í teimum løtunum, sum ikki eru so avgerandi. Tá tað veruliga ræður um, er spælið hjá Mjølnir trygt og sterkt, og einki er at siga til, at klaksvíkingar framvegis liggja best fyri av øllum.
ÍF-Fleyr 0-3
(13-25, 22-25, 21-25)
Sum nevnt, hevur Fleyr av álvara meldað seg inn í kappingina, nú hon er gott og væl hálvrunnin, og útisigurin á Kambsdali leygardagin gjørdi, at Fleyr nú hevur sama stigatal sum SÍ, ið annars hevur verið frammanfyri alt kappingarárið higartil. So fæst at síggja, um tað fer at halda ella ikki, men støðan hevur sjálvandi við sær, at manskappingin brádliga sær nógv meira spennandi út.
Í dystinum millum ÍF og Fleyr var annars ongantíð stórvegis ivi um, hvat av liðunum var tað betra. Bæði í verju og álopi royndist Fleyr betur, og við Høgna Viderø á odda syrgdu havnarmenninir fyri, at spenningur ongantíð kom í dystin. Hinvegin vóru móttøkurnar hjá ÍF alt ov svingandi, og av tí sama lá sera illa fyri at fáa veruligt álopsspæl í lag.
ÍF hevur annars havt fleiri góðar dystir í síðstuni, og unga manningin hjá fuglfirðingum hevur óivað framtíðina fyri sær, hóast úrslitini ikki hava verið eftir vild higartil. Liðið, sum vann greipuna í fjør, er framvegis einsamalt botnlið við ongum stigi, men framstig hava verið alla tíðina, so tí kann tað henda seg, at ÍF so líðandi kann koma at blanda seg uppí, hvussu lagnan verður hjá onkrum av liðunum frammanfyri.









