Mjølnir-kapping fyri ung

Leygardagin 26/1 verður árliga Mjølnirkappingin fyri yngri deildir í Klaksvík. Umleið 60 lið eru tilmeldað, og skulu 80 dystir spælast. Serliga hjá teimum heilt ungu, dreingir og gentur 10, eru nógv lið

Spælt verður í fimleikarhøllunum, í KÍ-høllini og í Badmintonhøllini. Fyrstu dystirnir byrja klokkan 9, og teir síðstu verða væntandi spældir um 17-tíðina. Fyrireikarnir vóna, at kappingin fer at ganga skjótt og væl, tí umstøðurnar í Klaksvík eru vorðnar so nógv betri nú, eftir at Badmintonhøllin er komin afturat hinum hallunum.