Mjølnir kann skapa spenningin

Stóri flogbóltsdysturin hetta vikuskiftið verður uttan iva tann í Havn, har Mjølnir kemur á vitjan hjá Fleyr.
Fleyr hevur fyri tað nógva verið mest sum einaráðandi í vetur, men Mjølnir er eitt av liðunum, sum á einum góðum degi veruliga kunnu hótta Fleyr. Og megna teir at taka stigini við sær úr Havn, so verður spenningur av álvara blástur aftur í FM-stríðið. Spenningur, sum eisini SÍ hevur verið við til at skapt, tá teir í seinasta umfarinum av grundspælinum bastu havnarmonnunum.
Í hinum mansdystinum hetta vikuskiftið tekur SÍ ímóti ÍF, og á pappírinum er tað ikki ein dystur, sum skuldi givið sørvingunum nakrar serligar trupulleikar.
Hjá kvinnunum skal oddaliðið, Dráttur, á heimavølli taka móti Mjølni, sum ikki hevur verið so væl fyri í ár. Liðið hjá Mjølnir telur tó fleiri heilt sterkar spælarar, og fáa hesar blandingina við yngru kreftunum at rigga, so kunnu tær væl og virðiliga koma at arga ovaru liðini nakað.
Hin dysturin verður í Hoyvíkarhøllini, tá KÍF longu leygardagin tekur ímóti TB. Tvørakvinnur hava í ár tapt at kalla allar lykladystirnar í landskappingini, men skulu tær sveiggja seg nakað upp í endaspælinum, so skal tað vera júst nú, at hetta skal henda. Hinvegin kann KÍF við einum sigri eisini seta seg í góða støðu, nú endaspælið er farið ígongd.