Mjølnir vann tryggna 3-0 sigur, og settúrslitini vóru 25-6, 25-23, 25-12. Sostatt vann Mjølnir triðja og avgerandi dystin, og harvið varðveita tær plássið í meistaradeildini hjá kvinnum komandi kappingarár. Fleyr má hinvegin bíða enn eitt ár, áðrenn tær fáa møguleikan at sleppa upp í meistaradeildina.