Mjølnir hóttir nú av álvara TB

Oddaliðið TB spældi ikki hetta vikuskiftið, og tað gjørdi Mjølnir sær dælt av við at vinna tveir dystir og koma upp á sama stigatal sum TB-kvinnurnar. Alt bendir nú á, at innanhýsis dystirnir millum hesi bæði liðini nú verða avgerandi fyri hvar føroyameistaraheitið endar

Flogbóltur

Eftir at landskappingin hevur verið í jólafrí varð lagt aftur til brots hetta vikuskiftið, og tað var ikki við mýkindum. Heili sjey dystir vórðu leiktir leygardagin og sunnudagin, og fýra av teimum vóru í kvinnudeildini. Upprunaliga vóru bara tríggir á skránni, men nýggi dysturin í grundspælinum millum Fleyr og ÍF kom so afturat. Hann vann ÍF 3-2, men tað var serliga Mjølnir, sum fekk nógv burturúr hesum vikuskiftinum.

Tveir dagar - fýra stig
Leygardagin høvdu mjølnirkvinnurnar vitjan av ÍF, og tær gjørdu skjótt av við liðið úr Fuglafirði. Serliga í øðrum setti var munurin stórur, og sum heild var heimaliðið sjáldan undir nøkrum varandi trýsti.
Dagin eftir fór Mjølnir so vestur í Vágarnar at møta Drátti. Dráttur hevði eisini spælt leygardagin og vunnið 3-0 móti Fleyr, so bæði liðini vóru við gott mót við dystarbyrjan. Tað skuldi tó vísa seg, at mjølnirkvinnurnar vóru eitt vet ov sterkar fyri tær hjá Drátti. Í fyrsta setti var ikki so stórur munur á liðunum, men Mjølnir vann 25-21. Tær vunnu eisini næsta settið, hesaferð so trygt sum 25-15, og nú bleiv brekkan ógvuliga tung at ganga hjá drátturkvinnunum. Tær fingu tó svarað aftur í triðja setti, sum tær vunnu 25-21, samstundis sum Mjølnir valdi at skifta leikarar út. Men í fjórða setti var alt aftur við tað gamla, og Mjølnir vann 25-19. Við sigrinum kom Mjølnir upp á sama stigatal sum TB, sum ikki spældi hetta vikuskiftið. TB-kvinnurnar hava leikt ein dyst færri og hava eisini nógv betri settmun, men eins og í fjør er tað nú lagt upp til ein sera spennandi endaspurt í bestu kvinnudeildini. Í fjør var Dráttur annar parturin í oddastríðnum og endaðu við at vinna tað, men við ósigrinum leygardagin eru teir endaliga settar til viks í hesum oddastríðnum, sum nú bara stendur millum TB og Mjølnir. Bæði á Tvøroyri og í Klaksvík munnu tey so smátt vera farin at ásanna, at tað verður í innanhýsis dystunum millum hesi bæði liðini, at kappingin um føroyameistaraheitið verður avgjørd. Tann 27. januar skal Mjølnir til Suðuroyar, og í næstsíðsta umfarinum 2. mars skal TB so til Klaksvíkar. Inn ímillum teir báðar dystirnar skulu liðini so eisini fáa eina steypafinalu av vegnum...

Grundspælið loksins liðugt
Annars bleiv grundspælið í meistaradeildini hjá kvinnum eitt sindur drúgvari enn ætlað. Dysturin millum Fleyr og ÍF hevur fingið nógva umrøðu, men sunnudagin varð hann so endiliga spældur. Upprunaliga dystin vann ÍF 3-1, men tað úrslitið fekk einki gildi. Nú dysturin varð spældur umaftur sunnudagin, vann ÍF aftur, hesaferð 3-2, og tað er fyrsti landskappingarsigur hjá ÍF síðani 28. oktober! Í dag ljóðar tað rættiliga óhugsandi, men tá vann ÍF altso 3-2 móti Mjølni í Klaksvík. Síðani tá hevði eysturoyarliðið spælt seks dystir og tapt teir allar (her rokna vit ikki fyrra dystin móti Fleyr við). Men tann keðiliga gongdin varð altso steðgað í Gundadalshøllini sunnudagin.
ÍF vann tvey tey fyrstu settini rættiliga trygt 25-17 og 25-13, men so vann Fleyr tvey tey næstu 25-23. Í síðsta settinum var krútið uppi hjá havnarliðnum, og við Helen á Lakjuni á odda vann ÍF hetta síðsta setti so mikið sum 15-3.
Við hesum úrslitinum, sum gevur ÍF eitt stig afturat, kom liðið úr Fuglafirði upp á sama stigatal sum Fleyr, men settmunurin hjá ÍF er væl betri enn tann hjá Fleyr.

Úrslitini um vikuskiftið
Fleyr-Dráttur 0-3 (20-25, 24-26, 16-25)
Mjølnir-ÍF 3-0 (25-16, 25-8, 25-18)
Dráttur-Mjølnir 1-3 (21-25, 15-25, 25-21, 19-25)

Seinasti dysturin úr Grundspælinum
Fleyr-ÍF 2-3 (17-25, 13-25, 25-23, 25-23, 3-15)