ÍF er FM-vinnari í flogbólti hjá monnum. Tað er veruleiki aftaná fuglfirðingar vunnu 3-2 í fyrru FM-finaluni og 3-1 í seinnu FM-finaluni. Mjølnir vann annað sett, og var væl við í triðja settið, men í fjórða settið vann ÍF knúsandi trygt. Settmunurin var 25-19, 22-25, 25-22, 25-12.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Jón Syderbø hjá Mjølni.
Jón Syderbø mátti út við skaða, og tað hjálpti avgjørt ikki Mjølnir. Jón Syderbø heldur tó, at teir megnaðu fyri størsta partin at geva ÍF ein skarpan gang, men staðfestir, at serliga í fjórða settið blivu teir slignir í gólvið av ÍF. Mjølnir gjørdi sítt ítarsta, men tað rakk ikki.
Hóast samlaða 3-6 tapið í báðum FM-finalunum, staðfestir Jón Syderbø, at talan var um eina jaliga uppliving í góðum umstøðum í báðum FM-finalunum.
Samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við spælarar hjá ÍF, Magnus Tausen formann í FBF og steypahandanin hoyrast HER
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum, og samanumtøkan hjá viðmerkjaranum, Jens Hera Bolstad Mortensen hoyrast HER