Hilmar Jan Hansen
Síðani mitt í 80-unum hevur Mjølnir runt roknað vunnið føroyameistaraheitið aðruhvørja ferð, so tí slepst ikki undan staðfestingini, at felagið í Klaksvík er nógv tað sterkasta í føroyskum kvinnuflogbólti ígjøgnum tíðirnar. At tað so eydnast at gera bragdið annað árið á rað ímóti Fleyr og enntá bæði árini vinnur greipuna, ger ikki heiðurin minni.
Eingin ivast í, at Fleyr hevur havt og framvegis hevur eitt serstakliga evnaríkt lið, ið telur fleiri landsliðsspælarar, men allíkavæl er tað altíð Mjølnir, sum er við yvirlutan, tá mest stendur á. So var eisini hesa ferð, tí FM-finalurnar hjá kvinnunum vóru ein endurtøka av í fjør, og hóast Fleyr fylgdi væl við, so var eina ella aðrastaðni ein avgerandi munur á, ið fall Mjølni til fyrimuns.
Mest avgerandi munurin var so í øllum førum mentala yvirskotið, ið yvirstrálar øll hini liðini í kappingini í vetur. Mjølnir hevur tað, sum skal til, tá mest stendur á, og tað skal altso nógv til at koppa liðnum mentalt, so avrikini ikki røkka til. Bara ein dystur er taptur í vetur, og tað var í roynd og veru tann dysturin, ið hevði mest týdning av øllum, so sjálvt ikki tað skalaði Mjølnir.
Eftir ein tættan fimmsettara í fyrru FM-finaluni í Klaksvík fyri viku síðani, kundi roknast við einum jøvnum og spennandi dysti, nú seinna finalan var á Eiði. So bleiv eisini, men satt at siga, var tað ikki fatanin, ið hekk eftir, tá fyrsta sett var liðugt. Fleyr kom betur úr startholinum og liðini fylgdust upp til 12-12, men so streyk Mjølnir avstað og vann settið 25-13.
Eingin endurtøka
Tað var ikki sørt, at tankarnir leitaðu aftur til finalurnar millum somu feløg í fjør, tá Fleyr fullkomuliga gav upp í triðja setti og tapti heili 25-6, so tað mestsum var syndarligt at síggja. Og hóast Fleyr ikki ordiliga var við í fyrsta settinum, bleiv allíkavæl ikki talan um nakra endurtøku.
Í øðrum setti fylgdust liðini upp til 7-7, áðrenn Mjølnir fór framum og enntá kom upp á 21-16. Men so svaraði Fleyr dyggiliga aftur og mundi fingið spenning í, tí bara tríggir bóltar vóru á muni, tá avtornaði.
Uppaftur meira spenningur bleiv í triðja settinum, har tað ongantíð ordiliga bleiv leyst millum liðini og Fleyr eitt nú var á odda 23-22, áðrenn Mjølnir í evstu løtu tók avgerandi takið, so tað frammi við netið eydnaðist at fáa fatur í einum bleytum bólti og avgera settið til 26-24 og dystin til 3-0.
Enn eitt flott føroyameistaraheiti hjá Mjølni, sum í finaluni á Eiði leygardagin vísti seg at hava størri slagstyrki, betri blokkspæl og í løtum sera gott servutrýst. Fleyr fylgdi væl við, men megnaði ikki at gera nakað við klaksvíkskvinnur, sum altso fingu staðfest sínar dygdir og aftur í ár eru bestar av øllum.
Hjartaliga tillukku við greipuni, Mjølnir!
hilmarjan@sosialurin.fo