Tað var yvirhøvur einki at rafla um, tá ið onnur FM finalan í kvinnuflogbólti í dag var í høllini í Trongisvági.
Mikukvøldið vann Mjølnir 3-0 í fyrstu finaluni ímóti SÍ, og í dag var úrslitið tað sama, tá ið liðini hittust í Trongisvági. Tølini siga, at talan var um sera sannførandi sigur: 25-14, 25-14, 25-9.
Hóast talan var um triðja FM heitið á rað, og hóast tær vóru stórfavorittar, so fegnaðust tær úr Klaksvík óført:
Eina Kalsø, liðformaður, segði soleiðis í samrøðu við Rás2:
-Vit fokuseraðu á okkara spæl, vit vildu fegnar vinna so tryggan sigur, sum tað bar til, og vit eru ovurfegnar um, at tað eydnaðist.
Superveteranurin Margit Joensen hevur vunnið nógv gull og skreyt, men kortini stórfegnaðist hon um FM heitið og harvið greipuna:
-Vit vildu fegnar hava steypið norður við í dag og harvið ikki spæla triðju finaluna. Vit hava verið nógv tað besta liðið í ár, og tað vístu vit so dyggiliga ídag, segði Margit Joensen.
Annika á Stongum, sum er ein av lyklaspælarunum hjá SÍ, sat skadd uttanfyri ídag. Ein annar av stuðulsspælarunum, Tórhild Tausen, var heldur ikki við:
-Vit hava mist fleiri spælarar, og tí hava vit vunnið silvurkrónurnar heldur enn tapt gullkrónurnar. Mjølnir hevur eitt gott lið. Tær eru har, sum vit vóru fyri trimum árum síðani. Nú byggja vit nýtt lið upp, segði Annika á Stongum.










