Mjølnir er føroyameistari í mansflogbólti 2019. Tað gjørdist veruleiki aftaná enn ein drúgvan fýrasettara. Eins og Mjølnir gjørdi skírisdag vunnu teir eisini 3-1 á Fleyr. Men settmunurin boðar frá einum sera jøvnum og tøttum dysti, ið var á nippinum at fara til ein fimmsettara.
Settmunurin var 27-29, 28-26, 25-22, 28-26. Miðlahúsið og FM1 ynska Mjølnir hjartaliga tillukku við FM-gullinum og greipuni.
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Hanna Malena Weihe Simonsen var viðmerkjari.