Mjølnir favorittur hjá monnunum - væntar fimmsettara hjá kvinnunum (FM1)

(FM1) Formaðurin í flogbóltssambandinum vitjaði SportBoxina á FM1 í samband við, at fyrru FM-finalurnar verða spældar í morgin

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr samrøðuna flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi í sendingini SportBoxin seinnapartin. Gestur hjá Óla G. Samuelsen var Magnus Tausen, formaður í flogbóltssambandinum.

 

Magnus Tausen vitjaði í samband við, at fyrru FM-finalurnar í flogbólti verða spældar í høllini á Hálsi í Havn í morgin.

 

Klokkan 13.30 spæla kvinnurnar hjá SÍ og Fleyr, og klokkan 16.45 spæla mennirnir hjá Mjølnir og Fleyr.

 

Magnus Tausen væntar, at tað verður sera javnt í FM-finalunum hjá kvinnunum. Hjá monnunum hevur Mjølnir sum ein rættiliga greiðan favoritt.

 

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá FM-finalunum í flogbólti á FM1.