Mjølnir ? Dráttur 3 ? 2 (17-25, 17-25, 25-23, 25-15, 17-19)
steypafinala, kvinnur
Á øðrum sinni skipaði Flogbóltssamband Føroya fyri steypafinalum. Kvinnufinalan var endurtøka frá finaluni í fjør. Oddaliðini í meistaradeildini, Mjølnir og Dráttur høvdu aftur í ár spælt seg í finaluna, og tí var væntandi, at dysturin fór at gerast spennandi og góður.
Dráttur ræðandi
Í fjør fór Mjølnir avstað við sigrinum. Tann dysturin endaði 3 ? 0, men liðið hjá Drátti er í ár væl betur fyri, og tað sást frá fyrsta bríksli. Vágakvinnurnar tóktust ikki lata seg ávirka av trýstinum, sum altíð er í eini finalu, men løgdu harðliga fyri við sera góðum og hørðum álopsspæli. Mjølnir hevði stórar trupulleikar at taka ímóti ágangandi servunum frá Drátti, og blokkurin megnaði ikki at steðga Marinu Popovic í Drátti, sum vísti sera gott álopsspæl. Men tað var ikki bara hon í Drátti, sum hevði æruna av góðu byrjanini. Alt liðið virkaði sum ein eind, og móttøka, heving, verja og álop var júst eftir bókini. Mjølnir megnaði tí ongantíð at hótta, og ein fekk kensluna av, at hetta av álvara fór at gerast dagurin hjá Drátti.
Gongdin var júst tann sama í 2. setti, og nú fóru nógvu áskoðararnir vestan úr Vágunum rættiliga at tevja gullið. Liðið hjá Mjølni var ikki, sum tað plagar. Alt ov lítið bit var í álopinum, serliga tí at móttøkan mangan ikki kom nóg væl upp til Marjuna Kalsø, sum noyddist at renna og stríðast fyri at heva. Dráttur tók tí 2. sett líka lætt sum tað fyrsta.
Mjølnir sum hamskift
Tað gjørdist greitt beinan veg í 3. setti, at Mjølnir fór ikki at lata Drátt vinna so lættliga. Stjørnurnar á Mjølnirliðnum høvdu ikki rættiliga fingið spælið at ganga. Tó skal Anna Jacobsen, sum spælir á kantinum nevnast. Hon spælidi ein sera góðan dyst, og hevur hon hetta kappingarárið rættiliga gjørt seg galdandi.
Mjølnir legði seg fram um 8-0, og helt greiða leiðslu alt settið. Uppstillingin hjá Mjølni var broytt nakað, tí Margit Joensen á kantinum byrjaði frammi við netið, og tað gjørdi munin. Hon hevði fyrr í dystinum als ikki fingið spælið at gingið, hvørki í móttøku ella í álopi, men nú bar til. Eisini Tina Jacobsen á miðjuni spældi væl, serliga í blokkinum, og hon kom nú eisini rættiliga við í spælið.
Settið sá út til at vera avgjørt, tí støðan var 24-18 til Mjølnir. Sólgerð Henriksen í Drátti fór aftur at serva, og við sera góðum og ágangadi servum, vann hon leiðsluna inn aftur. Støðan gjørdist 23-24, og Mjølnir var fallið púra í fátt. So hendi tað ógvuliga keðiliga, at Sólgerð servaði í netið, men hon átti einsamøll æruna av, at spenningur aftur kom í settið, men hvat hevði hent, um henda síðsta servan var farin yvirum, kunnu vit bara gita um.
Spennandi endi
Mjølnir átti 4. sett alt sum tað var, og enn einaferð skuldi 5. settið avgera úrslitið millum Drátt og Mjølnir. Liðini fylgdust til støðuna 5-5, men tá steðgaði hjá Drátti. Móttøkurnar fóru út at koyra, og Mjølnir kom upp á dystarbólt 14-8. Tann servan fór út, og Elisabet Rasmussen í Drátti fekk møguleikan at venda gongdini, og tað gjørdi hon. Dráttur tók eitt stig fyri og annað eftir, og líka mikið hvat Mjølnir royndi, so minkaði munurin alsamt. Øll høllin var á gosi, og sum vera man hoyrdust áskoðararnir hjá Drátti um allar geilar. Liðini skiftust nú um at hava leiðsluna. Fyrst Mjølnir, tá ið støðan var 15-14, so Dráttur tá ið støðan var 16-15 og aftur tá ið støðan var 17-16. Helga Nordendal, sum var ein av bestu leikarunum hjá Drátti fór aftur at serva, men servan fór alt ov langt, og Mjølnir fekk ein møguleika afturat, og hann tóku tær. Sostatt endaði gullið aftur í Klaksvík, men í hesum dystinum skuldu bæði liðini fingið gull. Vit ynskja Mjølni til lukku við sigrinum, og takka Drátti fyri eitt satt flogbóltsupplivilsi.
Stjørnuskot
Kvinnurnar vístu í steypafinaluni, hvussu góður flogbólturin í Føroyum er. Fleiri av okkara bestu leikarum vóru á vøllinum, og tær smæddust sjálvsagt ikki burtur. Í hesum dystinum eiga allar rós, tí hjá báðum liðunum var talan um liðavrik. Tað vóru tó tvær ungar dámur sum serliga gjørdu vart við seg. Onnur var 19 ára gamla Sólgerð Henriksen, sum er nýggja stjørnuskotið í Drátti. Hon var allan dystin støðug hóttan í miðálopinum, og í blokkinum vann hon nógv. Eisini var tað hon, sum servaði Drátt inn aftur í dystin í 3. setti. Í øllum sínum spæli vísti hon styrki, og hon hevur góðar møguleikar at vinna sær pláss á Oyggjaleikalandsliðnum.
Hjá Mjølni var tað 20 ára gamla Tina Jacobsen. Hon var við á Oyggjaleikunum seinast, og hevur longu nú vunnið fleiri gullheiðursmerki. Hon vísti í hesum dystinum stóra styrki á miðjuni, bæði í álopinum og ikki minni í blokkinum. Eisini hevði hon fleiri sera góð lobb, tá ið blokkurin hjá Drátti var fyri. Hon verður helst ein av stuðlunum á landsliðnum á Oyggjaleikunum í summar.