Mjølnir-Dráttur 3-2 (24-26, 25-10, 25-18, 17-25, 15-11): Mjølnir fyri triðju ferð

Báðar steypafinalurnar hjá kvinnum, sum hava verið higartil, eru endaðar við sigri til Mjølnir. Og sunnudagin tryggjaðu klaksvíkskvinnurnar sær pláss í finaluni fyri triðju ferð



Tað var í 1999, at Flogbóltssambandið fekk hugskotið at skipa fyri eini steypafinalu í flogbólti. Tær ymsu kappingarnar, sum feløgini skipaðu fyri kring landið, vóru eftirhondini vorðnar reinar hugnakappingar, og við at lata vinnararnar av ávikavist Fleyr-kappingini, sum er beint áðrenn landskappingin byrjar, og Mjølnir-kappingini, sum er beint eftir nýggjár, møtast í eini steypafinalu fekk FBF givið hesum kappingunum størri tyngd, umframt at sjálv steypafinalan skuldi gerast eitt slag av hæddarpunkti í kappingarárinum.

Og higartil hevur tað riggað ómetaliga væl. Tað hevur verið miðað fram ímóti at gera karmarnar rundanum finaluna so stórslignar sum møguligt, og við at spæla dystin í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn hevur hetta eydnast, ikki minst tí sjónvarpið eisini sendir báðar finalurnar beinleiðis.

Ikki so sjálvsagt hesaferð
Í føroyskum kvinnuflogbólti hevur eingin vunnið so nógv føroyameistaraheitir sum Mjølnir, og tað hevur eisini sæst aftur í steypafinalunum. Báðar kvinnufinalurnar, sum hava verið higartil, eru nevniliga endaðar við sigri til Klaksvíkina. Fyrsta árið gekk tað enntá so væl, at Mjølnir eisini vann mansfinaluna.

Tí er tað kanska ikki so løgið, at Mjølnir aftur í ár verður annar parturin av finaluni hjá kvinnunum, men um vit hyggja eftir úrslitunum, sum hava verið higartil í hesum kappingarárinum, er tað kanska ikki so sjálvsagt hóast alt.

TB tryggjaði sær pláss í finaluni, longu áðrenn landskappingin byrjaði, við at vinna Fleyr-kappingina, og suðuroyarliðið hevur eisini verið á odda í landskappingini heilt frá fyrsta dysti av.

Hjá Mjølni hevur leiðin verið eitt sindur meira knortlut. Tær taptu fyrstu tríggjar dystirnar í landskappingini, og sjálvt um tað hevur gingið væl betur síðani tað, og tær hava vunnið fimm teir seinastu landskappingardystirnar, var tað ikki givið, at tær fóru at vinna sína egnu kapping um vikuskiftið.

Møddust móti endanum
Harðasta kappingin kom frá Drátti, sum eisini sendi TB úr kappingini leygardagin. Finalan millum Mjølnir og Drátt bleiv eisini ómetaliga spennandi við fimm settum, harav tað seinasta bleiv ein gysari. Tað kann sigast, at finalan í Mjølnir-kappingini í ár líktist nógv sjálvari steypafinaluni í fjør, sum eisini var millum Mjølnir og Drátt. Ta ferðina vann Dráttur tvey tey fyrstu settini, men tapti dystin 2-3.

Sunnudagin byrjaðu tær við at vinna fyrsta sett 26-24, men taptu so tvey tey næstu rættiliga nógv, áðrenn tær fótaðu sær aftur í fjórða. Í seinasta settinum gjørdust tær kortini ov stuttar, sjálvt um tær vóru á odda eitt skifti.

Bæði liðini spældu væl, men feilir kostaðu Mjølni hetta settið. Tað fingu tær rættað uppá í næsta settinum, sum tær vunnu heili 25-10. Serliga servurnar sótu nógv betur, og tær vóru meira avgjørdar í álopsspælinum.

Triðja sett var eitt slag av eftirfylgjara til annað sett, og Mjølnir vann aftur, hesaferð 25-18.

Í fjórða setti mátti røkka ella støkka hjá Drátti, og tær fingu eisini betri glið á sítt spæl, samstundis sum Mjølnir gjørdi nakrar aðrar feilir frammi við netið. Hetta settið fór til Drátt, sum vann uppiborið 25-17.

Leikararnir hjá bæði Mjølni og Drátti vóru møddir av einum langum vikuskifti, tá teir fóru út á vøllin til fimta sett. Tað sást eisini aftur í spælinum, tí tað var ikki so nógv veiggj í kvinnunum, sum tað hevði verið higartil í dystinum. Mjølnir kom uppá 5-1, einamest takkað verið Tinu Jacobsen, sum spældi væl í álopinum. Men so misti ballónin eitt sindur av gassinum, og Dráttur vann seg upp á 8-7. Nú kundi dysturin fara báðar vegir, men Mjølnir fekk síðsta orðið. Tina Jacobsen og Tove Riksfjord avgjørdu teir seinastu bóltarnar, og so var Mjølnir aftur í steypafinaluni, eins og tær vóru bæði í 2000 og í 2001.

Missa ein stuðulsleikara
Vit hava longu nevnt, at Mjølnir ikki hevur staðið seg so væl í ár, sum tær ofta fyrr hava gjørt. Tí er einki at siga til, at tær vóru sera fegnar um sigurin sunnudagin. Eftir laku byrjanina í landskappingini hevur fremsta málið verið at koma í steypafinaluna, og tað eydnaðist. Og tað enntá uttan Sólvá Eystberg, sum var sjúk og tí ikki kundi hjálpa liðfeløgunum í Mjølnir-kappingini.

Hinvegin var Tove Riksfjord ein góð hjálp, men hana fara vit ikki at síggja so nógv meira til í hesum kappingarárinum. Hon fer nú av landinum í lestrarørindum. Vit kunnu helst vænta, at Mjølnir fer at fáa hana heimaftur til steypafinaluna, men tað er meira ivasamt hvussu verður við landskappingardystunum. Um tað eydnast felagnum at fáa ein sponsor til endamálið, verður hon kanska fingin upp til teir avgerandi dystirnar, men hvussu er og ikki, so verður tað ein missur hjá liðnum, tí hon hevur verið ein av stuðulsleikarunum í ár.

Eingin favorittur