Mjølnir basti SÍ

Mjølnir vann ein tryggan sigur, tá teir vitjaðu hjá SÍ í meistaradeildini hjá monnum. Við sigrinum hevur Mjølnir fyribils lagt seg á odda í bestu mansdeildini

SÍ-Mjølnir 1-3 (16-25, 23-25, 25-22, 19-25)


Mjølnir og ÍF hava ligið og kappast um oddasessin í bestu mansdeildini í alt ár. Fyri tað mesta hevur ÍF verið oman á, men í gjárkvøldið hevði Mjølnir møguleikan at taka oddasessin frá ÍF fyribils, um teir vunnu í Sørvági ímóti SÍ.
Undan dystinum lá Mjølnir á 2. plássi, beint í hølunum á oddaliðnum, ÍF, meðan SÍ lá á aftasta plássi. Tí mundu flest øll rokna Mjølnir sum stórfavorit at vinna dystin ímóti ungu sørvingunum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Mjølnir legði hart út
Mjølnir vísti eisini frá byrjan av, at teir ætlaðu at taka oddasessin frá ÍF, sjálvt um hann so bert hevði verið til láns. Klaksvíkingarnir byrjaðu sum eitt ódnarveður, og mest sum beinanvegin sást, hvønn veg hetta settið bar.
Mjølnir legði seg á odda mest sum alt fyri eitt, og teir øktu støðugt um leiðsluna. Tá settið kom at enda høvdu gestirnir vunnu ein tryggan 25-16 sigur.
Í øðrum setti var Mjølnir aftur oman á. Nú var SÍ tó við at rakna við, og teir góvu Mjølni harða mótstøðu. Munurin á liðunum í øðrum setti var mest sum eingin, men at enda dró Mjølnir longra stráðið og vann eisini hetta settið 25-23.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$SÍ vildi eisini spæla við
Í øðrum setti sást væl, at SÍ ætlaði sær nakað henda dagin. Teir vóru líka við at vinna hetta settið, men í triðja setti riggaði hjá heimaliðnum. Eisini hetta settið var sera javnt, men nú var tað í staðin SÍ, sum bleiv drúgvara liðið. Teir vunnu 3. sett 25-22, og nú var dysturin púra opin aftur.
Mjølnir vildi tó ikki loyva SÍ innaftur í dystin, og í 4. setti var eingin sum helst ivi. Her var Mjølnir aftur væl betra liðið, og at enda vunnu teir eisini ein tryggan 25-19 sigur í hesum settinum.
Sostatt vann Mjølnir dystin 3-1, og við sigrinum hava teir lagt seg á odda í meistaradeildini hjá monnum. Oddasessurin er tó elst bara til láns, tí vinur ÍF tann dystin, sum teir hava leikt færri enn Mjølnir, so eru teir aftur á odda í bestu mansdeildini.