Fólk úr bæði Eysturoynni og úr høvuðsstaðnum hava um dagarnar ringt til Sosialin og sagt, at mjólkin ella rómin tey keyptu um vikuskiftið, spiltist tveir til tríggjar dagar á lokadagin, ið stóð á pakkanum. Eftir at hava staðið nakrar heilt fáar tímar á borðinum klumpaðist mjólkin, og rómin gjørdist illlittur og súrur, eftir at hava staðið tveir dagar í køliskápinum.
Á Meginfelag Búnaðarmanna, MBM, kenna tey ikki til trupulleikan.
– Vit hava fingið tvær fráboðanir frá fólki, um at okkurt hevur verið galið við vøruni, tey hava fingið, og tað er einki óvanligt, greiðir stjórin í MBM, Eirikur Thorvaldsson, frá. Hann sigur, at tað heldur ikki á laboratoriinum er nakað úrslit, sum peikar skeiva vegin, men at nú eru nýggjar kanningar settar í verk.
Ansi eftir kølingini
Eirikur Thorvaldsson vísir á, at tað í hesum førinum illa fær verið galið við framleiðsluni.
– Vit sendu 60.000 litrar av mjólk út um vikuskiftið. Henda verður framleidd í trimum ymsum tangum á 20.000 litrar hvør, og hevði tað verið galið í onkrum av hesum, so hevði tað verið galið við 20.000 litrum, og vit høvdu verið niðurringd, sigur Eirikur Thorvaldsson.
Men hvat fær tað so verið? Møguliga hevur kølingin svikið onkustaðni, sigur stjórin í MBM.
– Hetta er árstíðin við hesum trupulleikunum. Tað er heitt í veðrinum, og um vikuskiftið var heilt upp í 17 stig. Ikki allir handlar taka mjólkina inn beinanvegin sum hon kemur, og mjólkin tolir illa slíkan hita.
– Tá so mjólkin er keypt, so verður hon ofta borin út í bilin, sum eisini er heitur tí sólin hevur skinið, og tað er heldur ikki gott fyri mjólkina, greiðir Eirikur Thorvaldsson frá.
Tí heitir hann á handlarnar, um at fáa mjólkina inn og á køl beinanvegin hon kemur til teirra. Somuleiðis eiga fólk at fáa mjólkina í køliskápi so skjótt tey eru komin heim.
Øðrvísi smakkur nú
Eirikur Thorvaldsson hevur eisini eina frágreiðing uppá, hví mjólkin er farin at smakka eitt sindur øðrvísi nú enn hon hevur gjørt í vetur.
– Tað eru ikki øll, sum hava lagt merki til, at smakkurin er vorðin eitt lítið sindur øðrvísi. Men frágreiðingin er altso, at bøndurnir hava lovað neytunum út, eftir at tey hava staðið inni allan veturin. Har hava tey bara etið súrhoyggj, men nú skulu tey brádliga bara eta fekst gras, og tað ávirkar smakkin á mjólkini, sigur Eirikur Thorvaldsson, stjóri á MBM.