Lágir mjólkarprísir og bíligur ostur úr útlondum hava havt við sær, at støðugt fleiri mjólkarbóndur í Svøríki velja at gevast. Tølini hjá myndugleikunum vísa, at fyri fimm árum síðani vóru mjólkarbóndurnir 7.174 í tali, men at nú eru bara 5.341 eftir. Higartil í ár hava 182 givið skarvin yvir.
Í einari sjónvarpssending nú um dagarnar kom fram, at tað eru fleiri orsøkir til, at svenskir mjólkarbóndur gevast. Men høvuðsorsøkin er, at prísurin á mjólkini er ov lágur, samstundis sum fóður og olja eru vorðin dýrari. Harafturat er torført at kappast við tær innfluttu mjólkarvørurnar.
Ein onnur forðing er, at reglurnar um djórahald eru strangari í Svøríki enn í fleiri øðrum ES-londum, segði sjónvarpið.