Formaðurin í ísraelska arbeiðaraflokkinum, Amram Mitzna, segði sunnudagin formansstarvið frá sær.
Á tjóðartingsvalinum var arbeiðaraflokkurin fyri einum eyðmíkjandi ósigri, men tað er kortini ikki ósigurin, sum hevur fingið formannin til at fara frá. Mitzna sigur sjálvur, hann hevur tikið avgerðina, tí hann hevur verið fyri áhaldandi atfinningum frá nøkrum av sínum egnu floksfeløgum. Politiskir eygleiðarar hava hug at geva formanninum alla skyldina. Teir siga, at hann hevur megnað at seta teir flestu tinglimirnar hjá flokkinum upp ímóti sær, síðani hann gjørdist formaður fyri einum hálvum ári síðani.
Avgerðin hjá Amram Mitzna fær onga ávirkan á friðartilgongdina í Miðeystri, tí arbeiðaraflokkurin er í andstøðu, og veljararnir tykjast heldur ikki hava størri áhuga fyri flokkinum nú enn á tjóðartingsvalinum síðst í januar.









