MíttLand um eina viku

Nú er ein góð vika eftir, til føroyska tiltakið í Danmark, MíttLand, fer av bakkastokki.

Í fjør var MíttLand, ein føroyskur festivalur á Amager.

 

Tiltakið verður endurtikið í ár, og hevur verið nevnt ein føroysk fólkafest í Danmark.

 

MíttLand verður 5. og 6. september á Amager og ein rúgva av føroyskum nøvnum eru á skránni, og eitt nú er nýggi bólkurin KillerJane á fyrsta sinni á palli, tá míttLand verður um eina góða viku.