Míttland: Stanley setti gongd á festivaldagin

Fyri løtu síðani byrjaði Stanley Samuelsen stóra festivaldagin á Femøren í Keypmannahavn, har yvir 1000 útisetar í dag hittast. 

Síðani hava Lív Næs og Tróndur Enni framført, og Martin Joensen er júst farin av pallinum, og nú er countrypakkin á skránni við Hallur, Evi, Kristinu, Alex og Ólavi. 

Hýrurin er góður, og veðrið av tí allarbesta, hóast kalt er í skugganum. 

Myndirnar eigur Rúni Friis Kjær.