Ein av avbjóðingunum, tá skipað verður fyri stórum tónleikatiltøkum sum Míttland, er at fáa savnað alt ruskið saman. Og til tann trupulleikan hava fyriskipararnir av Míttland valt eina loysn við føroyskum uppruna.
Talan er um sokallaðu Dropbucket, ið føroyska Heiða G. Nolsøe, saman við tveimum dønum, hevur verið við at uppfunnið og sett í framleiðslu.
Hetta ruskílatið hevur fingið nógva umrøðu, bæði í føroyskum og donskum miðlum, og hevur eisini verið nýtt á eitt nú Roskilde festivalinum.
Tað sermerkta við ruskílatinum er, at tað er sera einfalt at seta upp og er gjørt úr endurnýtslupappi. Sostatt er talan um eina grøna og burðardygga loysn, sum savnar ruskið saman á Míttland.










