Ein av mongu føroysku nøvnunum, ið standa á skránni í dag, er fólkakæri Sámal Ravnsfjall.
- Eg fari á pall 20.15, um tíðsplanin heldur, sigur Sámal.
- Tað verður eitt sindur útfordrandi, tí eg skal einsamallur við guitara upptraðka beint eftir buldur og brak frá 200, sigur Sámal skemtandi.
Bólkarnir, sum spæla til Míttland, fáa ikki serliga nógva tíð í part. Eitt korter er tað, sum Sámal hevur at gera gott við.
- Tað er kanska eitt sindur stutt, men eg ivist ikki í, at eg fái spælt nakrar av klassikarunum, og at tað verður ein fín konsert. Um Medistari í Karry verður spældur, kemur tíðin at vísa, sigur Sámal smáflennandi.
Sjálvur gleðir Sámal seg eisini at hoyra nógvar av bólkunum gjøgnum dagin.
- Eg má siga sum er, at Kára P gleði eg meg sera nógv til at hoyra, sigur Sámal at enda.











