Nú er ikki so leingi eftir, til MíttLand verður á Amager.
Hetta er aðru ferð, at føroyski tónleikafestivalurin verður í Danmark.
Og føroyskur er hann á so mangan hátt. Ikki bert tónleikurin er úr Føroyum.
Tá tað kemur til ljóð, so er eisini ein føroysk loysn vald. Og fyritøkan Ljóð og Tøkni hevur sent útgerð til Danmarkar.
Á myndini sæst ein bilur frá Ljóð og Tøkni í eini bingju ávegis til Danmarkar.
MíttLand er í døgunum 5. og 6. september.










