Míttland: Lurtið við á Rás 2

Rás2 er eisini á staðnum og sendur beinleiðis frá stóra tónleikatiltakinum Míttland.

 

 

Stóri tónleikadagurin verður hildin á Femøren í Keypmannahavn, og Rás 2 er á staðnum og senda beinleiðis.

 

 

Sostatt kunnu føroyingar í Føroyum og føroyskir útisetar, ið ikki eru í Keypmannahavn við Femøren, lurta við og hoyra prát við gestir og tónleikarar.

 

 

Rás 2 sendir beinleiðis frá tiltakinum til klokkan 21 føroyska tíð.

 

 

Vertir eru Mirjam Pætursdóttir og Evi Tausen.