Míttland: "Leygarkvøld í Keypmannahavn"

Tónleikurin ljómar yvir Femøren í Keypmannahavn, og seinasta tíman hevur tað líkst einum sonnum countryfestivali.

 

 

Rættiliga fitt av fólki hevur nú leitað sær út á Femøren í Keypmannahavn, har festivaldagurin Míttland verður hildin.

 

 

Enn er komið rímuliga stutt í skránni - tað eru bert góðir tríggir tímar síðani festivaldagurin varð settur - men longu nú hava fleiri stór nøvn verið á pallinum. Og seinasta góða tíman hevur tað verið sokallaði countrypakkin, sum hevur verið á skránni.

 

 

Stóru nøvnini í countrypakkanum eru Kristina Bærendtsen, Ólavur Højgaard, Evi Tausen, Alex Bærendtsen og Hallur Joensen, sum í løtuni er á pallinum.

 

 

Og passandi var eitt av framførdu løgunum "Leygarkvøld", sum vit í hesum høvi gott kunnu umskriva til Leygarkvøld í Keypmannahavn. Lagt er í øllum førum upp til eitt sera væleydnað tiltak, og enn er nógv gott eftir á skránni.

 

 

Næst eftir countrypakkan verða The Reverends, og eftir teir verður ein framførsla av Pipar og Salt, ið nokk munnu hava eitt skot ella tvey til útisetarnar og føroyingar sum heild.