Í morgin verður stóri føroyski konsertdagurin í Keypmannahavn á Femøren, og longu í kvøld verður hitað upp til stóra dagin.
Føroyahúsið í Keypmannahavn skipar í kvøld fyri upphiting í samband við konsertdagin í morgin, og her verður ein sokallað fríggjadagsbarr, har fólk kunnu hittast til eina hugnaliga løtu.
Í Føroyahúsinum ber eisini til at býta atgongumerkini til MíttLand um við armbond, og soleiðis sleppa undan tí í morgin.
Haraftrat verður tónleikur á skránni. Heina og Eirikur Corfitz syngja og spæla, og Signar Nielsen skipar fyri pubquiz.
Tað er klokkan 19.00 - 23.30 í kvøld, at fríggjadagsbarr og upphiting verður í Føroyahúsinum.