Borgarstjórin í landsins størstu kommunu, Heðin Mortensen, setti fyri løtu síðani Míttland. Eftir ætlan skuldi dagurin verða settur kl. 13.30, men av ymsum orsøkum var setanin ein hálvan tíma seinkað.
Veðrið vísti seg frá síni bestu síðu, tá Heðin trein á pallin í hugnaliga økinum beint við Amager Strand. Hóast tað er sól og skýfrítt, so er tó eitt sindur kølið.
- Vit mugu standa saman um framtíðina. Her hugsi eg um bæði tykkum útisetar og um okkum fastbúgvandi í Føroyum, segði Heðin Mortensen millum annað í sínari setanarrøðu.
- Føroyingar elska at vera føroyingar í útlandinum. Soleiðis hevur tað verið í yvir hundrað ár, segði hann víðari.
Nakað av røðuni fór eisini til at vísa á, hvat Havnin hevur at bjóðað útisetum.
- Havnin er til reiðar at taka ímóti tykkum øllum. Í Havnini ynskja vit at ganga á odda í at skapa rammur fyri at fáa tykkum heim – ikki bara í orði, men í eisini í verki. Millum annað eru vit í gongd við at gera eina rúgvu av leiguíbúðum, so tað kann gerast bíligari hjá tykkum at flyta heim.
At enda hevði Heðin Mortensen ein greiðan boðskap til áhoyrarnar.
- Góðu útisetar, komið heim.
Við hesum orðum var Míttland sett.