Mítt ynski er friður og tolsemi

- Skúlin er skipanarliga rættiliga óbroyttur frá, tá vit sjálv gingu í skúla. Hetta er ikki tí, at lógarverkið krevur tað, men einans siðvenja, sigur Erla í Brekkustovu.

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- 2013 var árið, tá eg varð sett sum adjunktur í lívfrøði á Námsvísindadeildini. Frammanundan hevði eg virkað sum námslektari í tvey ár, og eg má siga, at eg eri bilsin av, hvussu væl mær dámar at undirvísa. Tað er heilt víst takkað verið teimum eldhugaðu lesandi, sum altíð eru við upp á eitt gott kjak. Árið var serliga merkt av tveimum verkætlanum: Hugburðurin hjá skúlaungdómi til fólkaskúlan og ávirkanin av seyðabiti á grasrøtur. Tvær rættiliga ymiskar verkætlanir, sum tó hava tað til felags, at endamálið er at koma við einum tilmæli, sum vónandi kann gera mun, ávikavist á okkara skúlafatan og á okkara náttúrufatan.

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- Dóttirin er farin til Pólands at lesa, og hetta er eitt land, sum í mínum uppvøkstri var handan jarntjaldið. Uttan mun til, hvat eg havi lisið mær til av nýggjari tilfari, so hevur ótilvitað ligið í mær onkur avoldað fatan av landinum. Í summar var eg so og kannaði málið – tó bara í Szczecin – og eg má siga, at tað var ein stórbær uppliving. Sera fryntlig fólk. “Gamli býurin” er spildurnýggjur, tí hann varð bumbaður í sor undir seinna heimsbardaga og er nústani bygdur uppaftur, helst við pengum úr ES. Har ætli eg mær aftur, og tá skal eg eisini síggja aðrar pólskar býir.

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Tað man eg longu hava gloymt – tó skal sigast, at politiskt er nógv hent, sum mær ikki dámar, og eg helst vildi gloymt. Dagsins politikkur er løtuvinningur, og eg stúri fyri framtíðini, um ikki munandi broytingar verða gjørdar. Eg ynski mær eitt samhaldsfast samfelag, so at eg kann njóta mítt lív uttan at hava ampa av, at grannin hjá mær ikki fær ta hjálp, hann/hon tørvar. Tað eru hesar skipanir, sum eru í ferð við at verða niðurlagaðar.

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- Frið og tolsemi, bæði her heima á klettunum og úti í heimi. At menna føroyska samfelagið kundi eg hugsað mær, at vit í 2014 fóru at viðgera skúlaverkið, og hvørjar broytingar eiga at fremjast. Har eru nógv viðurskifti sum eiga at viðgerast, t.d. um tað er rætt at hava tað tímauppbýti, sum vit hava í dag, ella um tað ikki hevði verið betri við tvørfakligum evnisarbeiði. Ber til at seta fram krav um, at lærarar sum undirvísa í framhaldsdeildini hava linjugrein í tí teir undirvísa í? Er verandi floksuppbýti tað rætta? Skúlin í dag er skipanarliga rættiliga óbroyttur frá, tá vit sjálv gingu í skúla, men hetta er ikki tí, at lógarverkið krevur tað, men einans siðvenja. Nógvir ótroyttir møguleikar eru innan verandi karmar. Og sjálvandi ynski eg, at gransking innan útbúgving og náttúru verður raðfest. Tað er sjálvt tilverugrundarlagið hjá okkum, sigur Erla í Brekkustovu.