Sum væntað vann fyrrverandi guvernørurin Mitt Romney uppstillingarvalið hjá republikanarunum í amerikanska statinum New Hampshire í gjár. New York Times skrivar, at sambært teimum seinastu tølunum fekk Romney 39 prosent av atkvøðunum.
Næstflestar atkvøður fekk fyrrverandi Utah-guvernørurin Jon Huntsman. Hann fekk knappliga 17 prosent, og næstur honum var fyrrverandi formaðurin í Umboðsmannatinginum Newt Gingrich við 9,5 prosentum.
Hetta er annað uppstillingarvalið hjá republikanarunum, og Mitt Romney hevur vunnið bæði. Næsta valið verður í South Carolina, og politiskir eygleiðarar siga, at vinnur Romney eisini har, verður tað trupult hjá nøkrum av hinum at steðga honum.










