Mitt Romney givin

Republikanarin Mitt Romney tók seg í dag burtur úr valstríðnum í USA Tað var ikki óvæntað, at Mitt Romney valdi at taka seg burtur úr kappingini um at gerast forsetavalevni hjá republikanska flokkinum.

Hann er á øðrum plássi aftan fyri John McCain, men hann fekk væl minni burtur úr Stóra Týsdegnum, enn eygleiðarar høvdu væntað.

Tað vánaliga úrslitið fyrradagin fekk fleiri valserfrøðingar at siga, at Mitt Romney hevði mist møguleikan at fáa McCain aftur. Tað man hann eisini hava sannað sjálvur.