Mitsubishi Pajero Sport

Millum tær ymisku útgávurnar av Mitsubishi Pajero, er ein útgáva ið nevnist Sport, ið er ein væl útgjørdur luksusjeepur, ið fæst bæði sum persónvognur og sum Van við 2.5 litur turbodiesel motori

Mitsubishi Pajero hevur í mong ár verið ein kendur og væl umtóktur jeepur, sum hevur verið nógv brúktur av teimum, ið hava serligan flutningstørv sum t.d. koyring á vánaligum vegi, ella tey hava brúk fyri einum bili til at draga ein tungan trailara sum t.d hestatransport.

Pajero hava gjøgnum tíðirnar verið gjørdir í nógvum ymiskum útgávum sum t.d Pajero Pinin, sum var designaður av bildesignaranum Pininfarina í Italia, Grand Pajero, og so hesin Pajero Sport, sum er so gott sum sami bilur sum Mitsubishi L200 pick-up, sum fæst við bæði einkultari og dupultari kabinu.

Í nýggjastu útgávuni hevur Mitsubishi Sport fingið eina facelift við nógvum broytingum bæði innan og uttan. Innan fæst bilurin við leðurkabinu og titanium-panelum á instrumentbrettinum og hurðapanelunum. Oman á instrumentborðinum er eitt multimetur við temperaturmátara, kumpass, oljutrýstmátara og voltmetri, og undir loftinum er ein stór konsoll við fleiri rúmum.

Nógvir møguleikar eru við at leggja setrini niður, og við baksetrunum niðri verður vørurúmið stórt og arbeiðsligt. Uttan.eru eisini nógvar broytingar við t.d. nýggjum kølaragittari, for- og baklyktum og felgum.

Pajero Sport hevur 2.5 litur turbo dieselmotor við 115 hk. Bilurin kann draga ein trailara, sum vigar upp til 2.800 kg. Saman við 5-trins girkassanum hevur hann Easy Select 4WD, har til ber at skifta millum 2WD og 4WD, meðan bilurin koyrir við eini ferð upp til 100 km/t. Pajero Sport fæst bæði sum persónvognur og sum Van.

Pajero Sport er sera væl útgjørdur og so gott sum alt er standard, sum t.d. ABS bremsuskipan við EBD, heilautomatiskt aircondition, hiti í setrunum, el-síðuspegl við hita, trinbretti á síðunum, útbygdar skermar, alu-felgur og tokulyktir.

Frá Ivan Johansen Bilum verður sagt, at í vikuskiftinum 19. - 20. november verður opið, har m.a. høvið verður at royndarkoyra Pajero Sport. Í hesum sambandi verða eisini nøkur sera góð brúktbilatilboð, sum verða lýst nærri seinni í vikuni. Opið verður leygardagin frá kl. 13-16, og sunnudagin frá kl. 14-17.

Mitsubishi Pajero Sport

Motorurin2.5 litur turbodiesel 115 hk
v. intercoolara

Oljunýtsla9,5 km/l

Dekkstødd245/70-16

Stødd og vekt
Longd461,0 cm
Breidd177,5 cm
Hædd173,5 cm
Eginvekt1.875 kg
Viðførisrúm

Prísurkr. 390.000,- sum persónbilur
kr. 285.000,- sum Van

SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo