Nýggi Mitsubishi Lancer, sum herfyri kom á marknaðin sum sedan, er nú eisini komin í hatchback útgávuni Lancer Sportback.
Lancer Sportback er ein elegantur og rúmligur hatchack við góðum, tryggum og sportligum koyrieginleikum. Bilurin sum vit royndarkoyrdu var ein Lancer Sportback við 1,8 litra bensinmotori við 143 hk. Bilurin fæst eisini við 2,0 litra turbo dieselmotori við 140 hk og snúningsmomenti upp á 310 Nm við 1750 snún/min.
Stílurin í kabinuni er sportligur við t.d. alu-look á instrumentborðinum og á rattinum. Viðførisrúmið er 344 litrar, og við baksetrunum niðri verður tað 1349 litrar. Baklúkan er stór og lessihæddin er lág.
Talan er um ein rættuliga væl útgjørdan bil við t.d. 18” sportfelgum, regnsensorum, bakkisensorum,
síðugáttum, frontspilara og spoilara yvir bakrútinum, umframt aðra útgerð sum fult automatiska klimaskipan, fartpilot, leðurróður v/multifunktión, airbag v/windowairbags, ABS v/ ASTC, RDS, radio v/fløguspælara, Bluetooth, og Rockford Fossgate audio system við 650W og níggju hátalarum.
Designið er smart og í nýggjasta stílinum hjá Mitsubishi, og spoilarin aftan setur eisini sín sportliga dám á bilin. Talan er um ein bil sum avgjørt er kappingarførur í prísi og dygd.
Mitsubishi Lancer Sportback kann síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum við Hoyvíksvegin. Bilurin vit royndarkoyrdu kostar 260.000 krónur. Sum nakað nýtt er bilasølan hjá Ivan Johansen Bilum opin leygardag frá kl. 10-15.